SentaLøn Koyringar

From Nema Wiki

(Redirected from Lomvigin Koyringar)
Jump to: navigation, search

Hendan síðan forklárar, hvat ein koyring er.

Stutt forkláring

Ein koyring er ein lønar-koyring. Tá løngevarin skal geva starvsfólkinum løn, stovnar hann eina nýggja lønarkoyring. Í lønarkoyringina stovnar hann síðani ein ella fleiri lønarseðlar til hvørt starvsfólk. Tá allir lønarseðlarnir eru stovnaðir, kunnu frádráttirnir útroknast, og so er lønarkoyringin klár.

Nú kunnu rapportir útskrivast, og data til lønarflytingar, frádráttaflytingar og bókhald kunnu útlesast.

Rokna eina koyring

Hvat merkir hetta ? Tá ein inntastar lønarseðlar, so inntasta vit nakrar manuellar linjur sum tal av tímum, yvirtíð o.l. Men útskrivtin av einum lønarseðla inniheldur vanliga eisini nakrar automatiskar lønarlinjur sum limagjald, eftirløn o.a.. Hesi mugu roknast av tí, sum vit hava inntasta manuelt. Tað gera vit vanliga beint áðrenn útskrivtir. Um vit uppdaga okkur skeivt inntastað, so kunnu vit fara at rætta tað, og so mugu vit velja at rokna umaftur fyri at tær automatisku linjurnar skulu samsvara broytingunum.

Status á koyring

Ein koyring kann hava 3 ymisk status:

  • Opin og óroknað
  • Opin og roknað
  • Stongd

Um koyringin er opin, kann hon enn broytast. Fleiri lønarseðlar kunnu innsetast, strikast ella broytast. Data til koyringina so sum heitið á koyring, debit-dato og kredit-dato kunnu eisini broytast.

Um koyringin er stongd, kann einki broytast longur. Tað er hent at stongja eina koyring, tá hon er klár, tí so kann koyringin ikki broytast av óvart. Tað gevur ikki meining at broyta eina koyring, eftir at hon er liðug; tað kann bert skapa forvirring eftirfylgjandi.

Status er sostatt við til at tryggja arbeiðsgevaran móti ymiskum feilum:

  • Ein stongd koyring kann ikki broytast
  • Ein óroknað koyring kann ikki (uttan ávaring) útskrivast
  • Ein opin koyring kann ikki (uttan ávaring) útlesast


Skipanin veit sjálv, nær ein broyting fer fram og skiftir sjálv status millum "opin óroknað" og "opin roknað".

Personal tools