Søluskipan Vørur

From Nema Wiki

Jump to: navigation, search
  • Vørunr
    Vørunummar kann bæði vera stavir og tøl. Tastast kunnu í mesta lagi 20 tekn inn í hendan teig.
  • Vørunavn
    Navnið á vøruni.
  • Navn2
    Hetta er ein víðkan av vørunavninum.
  • Lagurvøra
    Ásetast kann um hendan vøran verður lagurførd ella ikki. Lagurførdar vørur ávirka goymslu og útrokning av kostvirði á einum ordra. Við tað at hendan útgávan ikki hevur goymslustýring, er hesin teigur bert til upplýsing.
  • Strikukota
    Ásetast kann ein strikukota fyri vøruna.
  • Vørubólkur
    Við ásetan av vørubólki ber til at stýra vørum við ymiskum MVG-satsum og goymslustað. Teigarnir úr vørubólkinum verða settir inn á ordralinjuna og kunnu yvriskrivast har uttan at ávirka vøru- og vørubólkaupplýsingarnar.
  • Eind
    Her skal ásetast í hvørji eind ein vøra verður seld. Hesin teigur verður settur inn á ordralinjuna tá vøran verður vald. Inni á ordralinjuni ber til at velja aðra eind uttan at tað broytist inni á vøruni sjálvari.
  • Søluprísur
    Áset søluprís. Hetta er søluprísur uttan MVG. Hesin teigur verður brúktur í ordramyndini og á goymslulistum.
  • Keypsprísur
    Keypsprísur verður bert útskrivaður á goymslulistum og verður ikki brúktur í nakrari útrokning.
  • Kostprísur
    Kostprísurin sum her verður ásettur, inngongur í hvørja ordralinju. Útfrá kosprísinum á ordralinjuni verður vinningur og dekningsgrad roknað.
Personal tools