Søluskipan Alment

From Nema Wiki

(Difference between revisions)
Jump to: navigation, search
m (Protected "Søluskipan Alment" [edit=sysop:move=sysop])

Revision as of 12:12, 9 September 2009

Skipanin er ment til teir smáu kundarnar. T.v.s. teir kundar sum IKKI hava tørv á innkeypi og goymslustýring – men einans hava tørv á eini skipan sum kann skráseta ordrar, útskriva ordraváttanir og kunna skriva fakturar út ella senda teir við telduposti.

Høvuðsskráirnar eru sostatt, vørur, kundar og ordrar. Eisini kunnu upplýsingar setast inn so skipanin kann útlesa fakturarnar sum tekstfílur til innlesing í Lundan ella aðra bókhaldsskipan.

Skipanin er ment við nýggjastu tøkni og goymir sínar dátur í MS-SQL dátugrunni

Fyri at lætta um hjá brúkarunum, hava vit valt at brúka sniðið sum Microsoft brúkar í MS-Office 2007, og bygt tað út við onkrum av okkar egnu tingum sum lættir um hjá brúkaranum í sínum dagliga yrki við skipanini.

Í høvuðsheitum fevnir skipanin um hetta:

  • Søluordrar
  • Ordraváttan
  • Fylgiseðlar
  • Fakturera
  • Kreditnotur
  • Send ordraváttan/fylgiseðil/faktura sum teldupost
  • Dimensiónir (5)
  • Goymslustøð
  • Kundi kann vísa til 'fakturakunda'
  • Sperring av kunda
  • Loysa og festa rút
  • Stovna ordra við 'drag & drop' frá kundaskránni
  • Stovna ordralinjur við 'drag & drop' frá vøruskránni
  • Avrita vøru
  • Avrita kunda
  • Avrita ordra/faktura
  • Stovna ordra uppá kunda meðan tú hevur kundan frammi
  • On-Line søluhagtøl við nettosølu, vinningi, avsláttri, db o.s.v., tá tú hevur kundan frammi
  • On-Line søluprofil (grafur) tá tú hevur kundan frammi
  • Útlesing av fakturum til Excel
  • Útskrift av príslista
  • Internur príslisti
  • Vørusøluhagtøl

o.a.

Personal tools