Søluskipan Virkisupplýsingar

From Nema Wiki

(Difference between revisions)
Jump to: navigation, search
Line 1: Line 1:
-
[[Image:SbLiteFirmaUpplysingar.JPG|200px|right]]
+
[[Image:SbLiteFirmaUpplysingar.JPG|400px|right]]
'''Teigarnir í skermmyndini Virkisupplýsingar'''
'''Teigarnir í skermmyndini Virkisupplýsingar'''

Revision as of 09:14, 10 September 2009

Teigarnir í skermmyndini Virkisupplýsingar

  • Nr
    kann brúkast til at eyðkenna títt virki - hetta sæst tó ikki aftur í nakrari útskrift, men er her vegna framtíðar hentleikar.
  • Navn, Adressa,
    Postnr, Býur
    og Land
    er sjálvsigandi. Hesar upplýsingar koma fram á øllum útskriftum.
  • Kontaktpersónur
    verður ikki víst nakrastaðni, men er her vegna framtíðar hentleikar.
  • Telefon
    kemur fram á øllum útskriftum sum eru ætlaðar út úr húsinum.
  • Teldupostur
    er avsendarin av telduposti, tá skipanin sendur ordraváttanir/fylgiseðlar- og fakturar sum teldupost. Verður eisini víst á øllum útskriftum.
  • Heimasíða
    kemur fram á øllum útskriftum sum eru ætlaðar út úr húsinum.
  • Se-nr
    er her vegna framtíðar hentleikar.
  • Fi-nr
    er her vegna framtíðar hentleikar í smb. við útskrift at FI-fakturum
  • OIO nr
    er her vegna framtíðar hentleikar í smb. við útlesing av fakturum til rokningardepilin (eRokning)
  • Leið til OIO útlesing
    er teigur sum verður brúktur í smb. við punktið omanfyri.
  • Leið til OIO innlesin
    er teigur sum verður brúktur í smb. við innlesing av OIO-fílusniði. Er við nú vegna framtíðar hentleikar.
  • Brúka PDF
    tilskilar um fakturar kunnu goymast sum PDF. Um hetta er markað, er diskilin sjónlifur á skermmyndini sum vísir fakturaútskriftina. Harfrá ber til at goyma faktura har einum lystir.
  • Brúka teldupost
    tilskilar um møguligt skal vera at senda teldupostar við innbygdu skipanini.
  • Strika faktureraðar ordrar.
    Tá ein ordri verður faktureraður verður hann avritaður inn í ein nýggjan faktura. Um hetta felt er markað, verður ordrin eftirvirkandi strikaður. Einasta tú missir við at strika ordran (hann verður jú avritaður), er at ikki ber til at skriva ordraváttan út av nýggjum. Annars liggja somu upplýsingar í fakturanum sum í ordranum.
  • Goymslustýring virkin
    er her vegna framtíðar hentleikar.
  • Loyvt trot virki
    er her vegna framtíðar hentleikar.
  • Standard málkota
    verður nýtt til at áseta í kundan hvat mál hann tosar. Ætlanin er at kunna skriva fakturar út á ymiskum málum, og hesin teigur í virkisupplýsingunum verður brúktur sum standard at seta inn á ein nýstovnaðan kunda. Málkotan kann sjálvandi broytast eftirfylgjandi á kundanum.
  • Standard gjaldoyra
    verður nýtt eins og málkotan.
  • Standard sølu MVG
    Her skal tastast inn ein sølu MVG kota sum verður løgd inn á vørubólkin tá hann verður stovnaður. Tú kanst tó broyta mvg-kotuna eftirfylgjandi á vørubólkinum.
  • Standard keyps MVG
    sjá omanfyri...
  • Clearing konta
    hendan konta verður brúkt í smb. við at fakturi verður útlisin til bókhaldsskipan. Her skal tí ásetast ein clearing-konta frá bókhaldinum. Um hendan konta ikki er útfylt, ber ikki til at útlesa til bókhaldsskipan.
  • Clearin konta MVG
    sjá omanfyi... Um hendan konta ikki er útfylt, ber ikki til at útlesa til bókhaldsskipan.
Personal tools