Søluskipan Kundar
From Nema Wiki
(Difference between revisions)
Line 1: | Line 1: | ||
- | [[Image: | + | [[Image:SbLiteScreenCustomer1.JPG|400px|right]] |
'''Teigar í myndini Kundar''' | '''Teigar í myndini Kundar''' | ||
Revision as of 14:45, 10 September 2009
Teigar í myndini Kundar
- Kundanr
- Hetta er eintýðuga kundanummarið sum eisini verður brúkt tá bókað verður.
- Navn
- Kundanavnið
- Sperraður
- Tú kanst sperra ein kunda. Hetta merkir at tú kanst ikki dagføra verandi ordrar hjá honum til fylgiseðlar ella fakturera ordrar hjá viðkomandi kunda. Hóast ein kundi er sperraður, kanst tú gera ordrar uppá hann - við tað at ongar dagføringar verða gjørdar, hvørki uppá kundann ella evt. vøru.
- Leitinavn
- Hetta er eitt eyka navn tú kanst leggja inn á kundan. Hetta kemur ikki fram á nakra útskrift, men við tað at leitast og bólkast kann uppá hendan teig, kann hetta verða ein hentur teigur.
- Navn2
- Hetta er bert ein víðkan av navna-teiginum. Teigurin kemur við á útskriftirnar sum verða sendar til kundan.
- Kundabólkur
- Tá tú stovnar nýggjan kunda, verður hesin teigur fyltur út við fyrstu linju í skránni Kundabólkar. Tú kanst t.d. velja at deila kundarnar hjá tær fleiri bólkar og við hjálp av hesum teiginum ber til at fáa teir bókaðar á ymiskar kontur í bókhaldinum.
- Gjaldoyra
- Skipanin er bygd upp soleiðis at hon skal kunna handfara ymisk gjaldoyru. Gjaldoyra sum verður valt her, verður flutt við til ordran og fakturan. Tá fakturin so verður bókaður, verður upphæddin bókað í tí fremmanda gjaldoyranum.
Við tað at hentleikin ikki er virkin enn, hevur hetta einans kosmetiska ávirkan. Í sleppingarætlan okkara verður nevnt møguleikin at kunna skriva fakturar út í fremmandum máli og við fremmandum gjaldoyra.
Tá tú stovnar nýggjan kunda, verður hesin teigur ásettur eftir hvat stendur í Virkisupplýsingar/Standard gjaldoyra.
- Skipanin er bygd upp soleiðis at hon skal kunna handfara ymisk gjaldoyru. Gjaldoyra sum verður valt her, verður flutt við til ordran og fakturan. Tá fakturin so verður bókaður, verður upphæddin bókað í tí fremmanda gjaldoyranum.
- Mál
- Ætlanin er at kunna skriva fakturar út á ymiskum málum, so hesin hentleiki verður ikki tikin í nýtslu fyrr enn tað verður klárt.
Tá tú stovnar nýggjan kunda, verður hesin teigur ásettur eftir hvat stendur í Virkisupplýsingar/Standard málkota.
- Ætlanin er at kunna skriva fakturar út á ymiskum málum, so hesin hentleiki verður ikki tikin í nýtslu fyrr enn tað verður klárt.
- Navn, Adressa,
Postnr, Býur og Land- er sjálvsigandi. Hesar upplýsingar koma fram á øllum útskriftum.