SentaLøn Viðmerkingar2

From Nema Wiki

(Difference between revisions)
Jump to: navigation, search
Line 1: Line 1:
-
03-05-2019:
+
06-05-2019:
'''Manningarfeløgini FSN og MF hava avtalu við LÍV um felags samlagstrygging'''  
'''Manningarfeløgini FSN og MF hava avtalu við LÍV um felags samlagstrygging'''  

Revision as of 23:36, 5 May 2019

06-05-2019: Manningarfeløgini FSN og MF hava avtalu við LÍV um felags samlagstrygging

Og eftirlønin hjá somu feløgum verður eisini flutt til LÍV, um viðkomandi ikki hevur valt eina aðra loysn sjálvur.

Gjaldið til samlagstryggingina trekkir LÍV av eftirlønini hvønn mánaða. Gjaldið verður ásett fimta hvørt ár. Í løtuni er tað 300 kr. LÍV kann tó ongantíð taka meira enn ein triðing burturav av eftirlønini til tryggingar.

Um persónur gevst at gjalda inn eftirløn til LÍV ella eftirlønin er ov lág, strikar LÍV viðkomandi úr samlagstryggingini. Viðkomandi fær bræv um hetta frá LÍV. Viðkomandi kann tó halda áfram at verða við í hesi samlagstrygging, um hann loyvir LÍV at trekkja 300 kr. av síni kontu mánaðarliga.

Tað ber ikki til hjá persóni at flyta sjálvur inn á hesa samlagstrygging hjá LÍV. Tá verður ein noyddur at stovna sær eina persónliga trygging, sum líkist. Men hon umfatar ikki líka nógv sum samlagstryggingin hjá FSN og MF.

Manningarfeløgini strika persónar úr síni samlagstrygging, sum ikki gjalda limagjald.

Um persónur ikki siglir á sáttmálaøkinum hjá FSN, so kann viðkomandi framhaldandi brúka hesa samlagstrygging hjá LÍV, men við tí fyritreyt, at hann rindar eitt fast limagjald til FSN sum hvílandi limur.

MF hevur ta støðu, at tað er eitt tilboð til allar limir hjá MF og FSN at vera við í samlagstryggingini, og tað er eitt mál millum limin, felagið og LÍV, hvussu hetta verður gjørt og herundir eisini, hvussu gjaldast skal.

Arbeiðsgevarin/reiðarin er sostatt als ikki partur í hesum. Og arbeiðsgevarin skal sostatt als ikki ráðgeva ella blanda seg uppí viðurskiftir hjá limum í FSN og MF í hesum máli !!

Á heimasíðum hjá FSN og MF kann ein fáa allar viðkomandi upplýsingar um hesi viðurskifti, og annars kann ein sjálvandi venda sær til felagið ella LÍV.

Eru tað serligar umstøður ella ivamál, eigur viðkomandi at ringja ella at venda sær á Annan hátt til FSN, MF ella LÍV.

Personal tools