Søluskipan Inn- og útlesing

From Nema Wiki

Revision as of 09:32, 28 September 2009 by Aha (Talk | contribs)
Jump to: navigation, search
  • Útlesing
    Til ber at útlesa allar talvur í skipanini til Excel-rokniark. Við at velja eina talvu og trýsta á Innles, verður talvan lisin og víst undir einum skiljiblaði. Fyri hvørja talvu tú lesur inn, verður nýtt skiljiblað stovnað. Tá tú hevur valt út tær talvurnar sum skulu lesast út, skalt tú trýsta á knøttin "Útles til Excel". Spurt verður um eitt fílunan, og síðani verður ein Excel-fíla gjørd. Excel-fílan inniheldur eina "Workbook" fyri hvørja talvu.
    Tað er sera hent at brúka eitt slíkt rokniark sum útgangsstøði tá tú ætlar at lesa upplýsingar inn í skipanina.
  • Innlesing
    Um tú hevur nógvar dátur sum skulu lesast inn í skipanina í einum Excel-rokniarki, ber til at lesa hesar beinleiðis inn, treytað av at teigarnir eru 100% rætt upplýstir. Fyri at tryggja sær at allir teigarnir eru við í rokniarkinum, kanst tú velja at útlesa fyrst og síðani bara strika allar rekkjurnar uttan yvirskriftirnar.

    Eftir at tú hevur trýst á knøttin "Vel excel-fílu" kanst tú leita teg fram til excel-rokninarkið sum innheldur tað tú skal lesa inn. Skermmyndin vísir tær undir einum skiljiblaði tær dátur sum vóru í rokniarkinum. Eitt skiljiblað kemur fram fyri hvørja "Workbook" sum er í rokniarkinum. Um ein Workbook manglar upplýsingar ella inniheldur skeivar upplýsingar, kemur fráboðan um tað.
    Við at velja "Innles" verða allar rekkjur lisnar inn í tilsvarandi talvu í skipanini. Finst ein rekkja ikki frammanundan í skipanini, verður hon stovnað, og finst hon frammanundan, verður hon broytt til tað sum var í rokniarkinum.

    Gev gætur: Um ein kolonna vísir til eina kolonnu í eini aðrari talvu (t.d. vørur og vørubólkur) er av stórum týdningi at einans lóglig virðir standa í her.
Personal tools