SentaLøn Koyringar

From Nema Wiki

Revision as of 06:52, 17 April 2009 by 172.16.200.131 (Talk)
Jump to: navigation, search

Hendan síðan forklárar hvat ein koyring.

Stutt forkláring

Ein koyring er ein lønar-koyring. Tá løngevarin skal geva starvsfólkinum løn stovnar hann eina lønarkoyring (møguliga fleiri). Í lønarkoyringina stovnar hann síðan lønarseðlar til hvørt starvsfólk, vanliga fær eitt starvsfólk bert ein lønarseðil. Tá allir lønarseðlarnir eru stovnaðir kunnu frádráttirnir útroknast og so er lønarkoyringin klár. Nú kunnu rapportir útskrivast og data til lønarflytingar, frádráttaflytingar og bókhald kunnu útlesast.

Rokna eina koyringa

Hvat merkir hetta ? Forkláring kemur...

Status á koyring

Ein koyring kann hava 3 ymisk status:

  • Opin og óroknað
  • Opin og roknað
  • Stongd

Um koyringin er opin, kann hon enn broytast. Fleiri lønarseðlar kunnu innsetast, strikast ella broytast. Data til koyringina so sum heitið á koyring, debit-dato og credit-dato kunnu eisini broytast. Um koyringin er stongd kann einki broytast longur. Tað er hent at stongja eina koyring tá hon er klár, tí so kann koyringin ikki broytast av óvart. Tað gevur ikki meingin at broyta eina koyring eftir at hon er liðug, tað kann bert skapa forvirring eftirfylgjandi. Status er sostat við til at tryggja arbeiðsgevaran móti ymiskum feilum:

  • Ein stongd koyring kann ikki broytast
  • Ein óroknað koyring kann ikki (uttan ávaring) útskrivast
  • Ein opin koyring kann ikki (uttan ávaring) útlesast

Skipanin veit sjálv nær ein broyting fer fram og skiftir sjálv status millum "opin óroknað" og "opin roknað".

Personal tools