Søluskipan Virkisupplýsingar
From Nema Wiki
Teigarnir í skermmyndini Virkisupplýsingar
- Nr
- kann brúkast til at eyðkenna títt virki - hetta sæst tó ikki aftur í nakrari útskrift, men er serliga ætlað at kunna nýtast sum V-tal.
- Navn, Adressa,
Postnr, Býur og Land- er sjálvsigandi. Hesar upplýsingar koma fram á øllum útskriftum.
- Kontaktpersónur
- verður ikki víst nakrastaðni, men er her vegna framtíðar hentleikar.
- Telefon
- kemur fram á øllum útskriftum sum eru ætlaðar út úr húsinum.
- Fax
- kemur fram á øllum útskriftum sum eru ætlaðar út úr húsinum.
- Teldupostur
- er avsendarin av telduposti, tá skipanin sendur ordraváttanir/fylgiseðlar- og fakturar sum teldupost. Verður eisini víst á øllum útskriftum.
- Heimasíða
- kemur fram á øllum útskriftum sum eru ætlaðar út úr húsinum.
- Se-nr
- er her vegna framtíðar hentleikar í smb. við skráseting av virki uttanfyri Føroyar. Hetta sæst ikki aftur á nakrari útskrift.
- FI-nr
- FI stendur fyri Fælles Indbetalingssystem. Um hetta er útfylt, verður niðast á fakturunum skrivaður ein FI-strongur. At skriva fakturar út við einum FI-strongi, fer við tíðini at avloysa girokort.
- OIO nr
- er her vegna framtíðar hentleikar í smb. við útlesing av fakturum til rokningardepilin (eRokning).
- Hesin teigur er óvirkin.
- Leið til útlesing
- er teigur sum verður brúktur í smb. við punktið omanfyri og til útlesing til bókhaldsskipanina. Um einki verður ásett her, verður útlisið til fílusavnið 'My Documents'.
- Leið til OIO innlesing
- er teigur sum verður brúktur í smb. við innlesing av OIO-fílusniði. Er við nú vegna framtíðar hentleikar.
- Hesin teigur er óvirkin.
- Brúka PDF
- tilskilar um fakturar kunnu goymast sum PDF. Um hetta er markað, er diskilin sjónligur á skermmyndini sum vísir fakturaútskriftina. Harfrá ber til at goyma faktura har einum lystir.
- Brúka teldupost
- tilskilar um møguligt skal vera at senda teldupostar við innbygdu skipanini.
- Strika faktureraðar ordrar.
- Tá ein ordri verður faktureraður verður hann avritaður inn í ein nýggjan faktura. Um hetta felt er markað, verður ordrin eftirvirkandi strikaður. Einasta tú missir við at strika ordran (hann verður jú avritaður), er at ikki ber til at skriva ordraváttan út av nýggjum. Annars liggja somu upplýsingar í fakturanum sum í ordranum.
- Goymslustýring virkin
- er her vegna framtíðar hentleikar.
- Hesin teigur er óvirkin.
- Loyvt trot virki
- er her vegna framtíðar hentleikar.
- Hesin teigur er óvirkin.
- Standard málkota
- verður nýtt til at áseta í kundan hvat mál hann tosar. skipanin kann skriva fakturar út á ymiskum málum, og hesin teigur í virkisupplýsingunum verður brúktur sum standard at seta inn á ein nýstovnaðan kunda. Málkotan kann sjálvandi broytast eftirfylgjandi á kundanum.
- Standard gjaldoyra
- verður nýtt eins og málkotan.
- Standard sølu MVG
- Her skal tastast inn ein sølu MVG kota sum verður løgd inn á vørubólkin tá hann verður stovnaður. Tú kanst tó broyta mvg-kotuna eftirfylgjandi á vørubólkinum.
- Standard keyps MVG
- sjá omanfyri...
- Clearing konta
- hendan konta verður brúkt í smb. við at fakturi verður útlisin til bókhaldsskipan. Her skal tí ásetast ein clearing-konta frá bókhaldinum. Um hendan konta ikki er útfylt, ber ikki til at útlesa til bókhaldsskipan.
- Clearin konta MVG
- sjá omanfyi... Um hendan konta ikki er útfylt, ber ikki til at útlesa til bókhaldsskipan.
- Stýring av bókhaldskontum
- Tá útlisið verður til bókhaldsskipan, skal ein sølukonta tilskilast. Hesin teigur avgerð hvørt tað er vørusølukontan á vørubólkinum ella kundabólkinum sum skal brúkast.
Umframt hetta, avgerð hendan stilling eisni hvussu dimensiónir á eini ordralinju verða handfarnar. Hevur tú valt at vørubólkurin stýrir sølukontuni, verða dimensiónirnar sum eru skrásettar í aktuella vørubólki fluttar til ordralinjuna. Hevur tú hinvegin valt at tað er kundabólkurin sum er stýrandi, er tað dimensiónirnar frá kundabólkinum sum verða nýttar. Er eingin dimensión ásett kundabólkinum verða dimensiónirnar frá kundanum nýttar. Hóast hesar ásetingar, verður tó alt yvirskrivað um tú hevur sett dimensiónir á vøruna sjálva. Tað er sostatt altíð vøran sum kan yvirskrivað hinar upplýsingarnar.
- Tá útlisið verður til bókhaldsskipan, skal ein sølukonta tilskilast. Hesin teigur avgerð hvørt tað er vørusølukontan á vørubólkinum ella kundabólkinum sum skal brúkast.