SentaLøn Datagrunn
From Nema Wiki
Revision as of 07:57, 14 July 2011 by 212.97.202.2 (Talk)
Dátugrunn uppsetan er vanliga ikki neyðug, men í serligum umstøðum er uppsetan neyðug. Í tí typisku installatiónini er lønarskipan og dátagrunnurin á somu teldu, í hesari støðuni hevur brúkarin administrator rættindi og tí er ikki neyðugt at gera meira.
Ein meira explicit definition av SQL-brúkaraum og rollum er ynskilig ella neyðug í ymiskum tilfeldum:
- Tað er ikki góður praksis at brúka brúkara við administrator rættindi, tað er betri at brúka ein brúkara við meira passandi rættindum.
- Um servarin er á einari aðrari teldu enn lønarskipain, so er neyðugt at geva lønarskipan-brúkarinum rættindi til relevanta databasan á servarinum.
- Um brúkarin er partur av einum domain so er neyðugt at geva teimum røttu brúkarum rættindini til relevanta databasan á servarinum.
Neyðug rættindin til lønarskipan brúkaran
Krøvini til lønarskipan brúkaran eru:
- Brúkarin skal kunna lesa, skriva, strika og stovna data
- Brúkarin skal kunna taka bakup
Tey røttu rættindini verða givin soleiðis:
- Knýta brúkaran til dátagrunnin (mappa brúkarin til dátagrunnin)
- Gev brúkarinum fylgjandi rollir til dátagrunnin:
- db_backupoperator :
- db_datareader :
- db_datawriter
N.B. Eingin munur er á ein SQL ella Windows brúkari verður brúktur.